Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Glenn Ståhl til bestu deildina í Litava

Jákup Ósá

Fyrrverandi akademileiðarin hjá KÍ hevur fingið nýtt starv.

Svenski venjarin, Glenn Ståhl, er settur sum venjari hjá FK Riterai í bestu deildini í Litava. Hetta er felagið, sum KÍ vann á í Evropa League í 2019 uppá regluna um útivallarmál. Tað boðar FK Riteriai frá í kvøld. 

Glenn Ståhl hevur vant bestu liðini hjá TB/FCS/Royn og NSÍ í 2018 og 2020 áðrenn hann var akademileiðari hjá KÍ fyrsta árið, har KÍ hevði hetta akademiið.