Meistararnir síðstu árini møtast í venjingardysti leygardagin.
HB hevur vunnið sínar báðar venjingardystir higartil, meðan KÍ hevur vunnið tveir og tapt ein. Sum skilst er møguleiki fyri, at spælt verður tvær ferðir 30 ella 35 minuttir og ikki tvær ferðir 45 minuttir. Í KÍ eru fleiri leikarar raktir av koronu í løtuni, so talan verður um eitt skert lið. Hyggja vit eftir HB, so spældu teir eisini við nógv skerdum liði seinast. Tí er sannlíkt, at tað verða tvey skerd lið, sum møtast.
Dysturin í Havn byrjar kl. 12.00.



