Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Mjølnir spæla avgerandi dyst í kvøld

Jóhann Lützen

Mjølnir leika 5 dystir í Klaksvík komandi 10 dagarnar

Tað verður eitt satt flogbólts-maraton komandi dagarnar í Badmintonhøllini. Mjølnir menninir spæla ávíkavist steypakappingardystir og dystir í Føroya Tele deildini. 

Í kvøld spæla Mjølnir móti Fleyr seinasta dystin í bólkaspælinum í steypakappingini og vinnarin skal spæla móti SÍ í hálvfinaluni. Taparin skal spæla móti ÍF. 

Hálvfinalurnar í steypakappingini verða leiktar í Klaksvík leygardagin 12. februar 

 

Dystarskráin sær soleiðis út. 

Mikudagin 2. feb: Mjølnir – Fleyr (steypakapping, bólkaspæli), kl. 19.00

Leygardagin 5. feb: Mjølnir – Fleyr, kl. 14.00

Sunnudagin 6. feb: Mjølnir – ÍF, kl. 15.00

Mikudagin 9. feb: Mjølnir – TB, kl. 19.00

Leygardagin 12. feb: Mjølnir (steypakapping, hálvfinala – SÍ ella ÍF)