(Úr Norðlýsinum í farnu viku) Vit hava hugt eftir, hvussu stór frágongdin hevur verið hjá liðunum í Betri Deildini, um hugt verður eftir málum og uppleggum.
Flytingarvindeygað letur aftur 15. mars, so enn er góð tíð hjá liðunum at gera broytingar. Tó tykist greitt hjá nærum øllum liðunum, hvørjir leikarar ikki halda fram. Okkurt ivamál er. M.a. er útlendskur áhugi fyri onkrum HB-leikarum sum Adrian R. Justinussen og Daniel Johansen, men síðsta vikuskiftið vóru teir aftur í uppstillingini hjá HB og tað kundi bent á, at teir halda fram í HB.
Niðanfyri hava vit hugt eftir liðunum í Betri Deildini 2022 við tí endamáli at hyggja eftir, hvussu nógv mál og upplegg tey hava mist í leikarum, sum skoraðu ella løgdu upp til mál í 2021, men sum ikki longur spæla við hesum liðnum. Hjá uppflytarunum finnast ikki tøl fyri upplegg. Tað eru nakrir heilt fáir leikarar, har tað ikki er alment um teir halda fram ella ikki og hesir eru taldir undir frágongd.

07 Vestur hevur mist mest
Hagtølini vísa, at 07 Vestur er tað liðið, sum hevur mist lutfalsliga flest málstig. Tað skyldast, at 07 Vestur helst missir allar útlendsku leikararnar (John Fagerstrøm hevur verði einasta ivamál) umframt liðskiparan Martin Tausen. Tvey onnur lið hava mist yvir 40 % av sínum málstigum, NSÍ og EB/Streymur. Har kann ein kanska stúra meir fyri NSÍ, tí NSÍ hevur bara mist leikarar higartil, meðan EB/Streymur hevur fingið nógva tilgongd. Men tað kann eisini spæla væl av hjá NSÍ, tí skuldi felagið valt at onga tilgongd fingið, so minnir liðið um Víking í 2021, sum satsaði lokalt við nærum ongari tilgongd og fekk frálík úrslit og stóra framgongd.
Víkingur og B68 hava einki mist
Hjá tveimum liðum er nærum einki farið av í mun til í fjør. Víkingur og B68 hava næstan einki fólk mist, og tað ger, at liðini ikki skulu seta navn á nýggjar málskjúttar ella upplegg, um bara verður samanborið við í fjør. Bæði Víkingur og B68 hava fingið styrk til álopspartin, tí Víkingur fer væntandi at hava toppskjúttan í felagnum, Finn Justinussen, tøkan seinni í ár, meðan B68 m.a. hevur fingið Sebastian L. Nielsen og Gilla Samuelsen, ið báðir væntast at hava mál í sær.
Uppflytararnir hava mist nógv mál
Uppflytararnir Skála og AB kunnu ikki heilt samanberast, tí í 1.deild eru ikki hagtøl fyri upplegg. Men staðfestast kann, at liðini hava mist nógv mál. Hjá Skála eru tað serliga málini hjá klaksvíksbeiggjunum, Niels Paula Danielsen og Aksel B. Danielsen (20 mál tilsamans), sum mangla. Aksel er langtíðarskaddur, meðan Niels Pauli venur við EB/Streymi. Hjá AB er sera stór frágongd, og tað sást aftur í málunum, har knapt 60 % av málunum eru burtur.
KÍ hevur mist lutfalsliga lítið
KÍ hevur í málum og uppleggum mist nógv í tali, men í lutfalli av teimum heili 99 málunum hevur KÍ ikki mist nógv, um samanborið verður við hini topp 5 liðini. Tí HB, NSÍ og B36 hava øll mist lutfalsliga meir enn KÍ. Tað eru bara B68 og Víkingur, ið hava mist minni enn KÍ.
KÍ
Tilgongd:
Patrick Da Silva
René S. Joensen
Meinhardt P. Joensen
Mads B. Mikkelsen
Frágongd:
Boris Dosljak
Bob Sumareh
Ivar S. Rønning
Daniel Bjørkman
Jasper Van Der Heyden
Dávid Langgaard
Kristian Joensen
Jóannes K. Danielsen



