Januar mánaði hevur verið harður hjá útróðrarmonnunu at koma ígjøgnum. Var ikki MSC góðkenning komin á hýsuna, so hevði verið illa statt, segði ein útróðrarmaður vit tosaðu við í morgun. Við góðkenningini fór hýsuprísurin úr 8-12 krónum fyri kilo upp í umleið 20 krónur og hetta hevur bjargað okkum, varð sagt. Um toskurin var álitið, so var eingin útróður, tí toskur er bert um triðingur ella fjórðingur av veiðuni vit fáa. Fiskifrøðin málaði jú alt svart tá talan var um tilgongd av hýsu, tí misti hýsan góðkenningina og vit vóru lagdir undir ikki at veiða burðardygt eftir hýsu. Hetta hevur kostað útróðrarmonnum hópin av peningi hesi árini. Osmundur Justinussen hevur liggur nógv nærri veruleikanum við fiskatilgongdini enn fiskifrøðingarnir, eg skiljið onki av hví als ikki verður lurtað eftir okkum, sum hava verið eygleiðarar til fiskatilgongdina undir Føroyum í fleiri ættarlið, segði útróðrarmaðurin at enda, sum vit tosaðu við í morgun.
Norðoyingar á søluni í dag:
Brandur 7.700 pund, Bragd 5.600 pund, Dalsenni 3.300 pund, Kallanes 5.800 pund, Stakkavík 5.800 pund, Bjørgvin 1.000 pund
Tað hevur ikki verið gott veður norðanfyri, tí hava teir flestu verið sunnanfyri ímeðan onkur hevur verið í Djúpunum í nátt.
Vit spurdu okkum eitt sindur fyri um tosk. Nei, siga teir, lítið er til av toski. Ein segði tó, at teir fingu ein túr norðanfyri í ár og tá var góður triðingur toskur, tað er væl fyri tíðina.
Norðsøki og Líðhamar vóru ikki úti í nátt. Líðhamar liggur helst til sunnudagin í meðan Norðsøki fer út ator í kvøld um gongst sum ætlað.








