Eftir ein langan vetur við nógvum korona avmarkingum, verða Torradagarnir nú aftur á skránni. Skráin er longu blivin rúgvismikil, og fólk kunnu aftur síggja fram til at møtast til hugna og felagslív.
Norðlýsið ger nógv burturúr Torradøgunum, og í løtuni verður arbeitt miðvíst við at gera komandi blaðið, ið verður á tremur við Torra-tilfari. Blaðið verður borðið út í hvørt heim í norðoyggjum fríggjadagin, og seinasta freist at fáa tilfar, lýsingar og annað við í blaðið er mikudagin kl. 12.00.
Tilfar og lýsingar kunnu sendast til lysing@nordlysid.fo
Vit á redaktiónini gleða okkum til at aftur at fara til tiltøk í býnum.



