Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Útróðrarbátarnir fiska væl

Oliver Joensen

Á Søluni í dag eru Kallanes við 5.600 pundum, Brandur við 12.000 pundum, Stakkavík við 5.700, Líðhamar 10.200, Bragd 8.200 og Kunoyarnes 3.100.

Líðhamar hevu havt trupulleikar í gjár og í dag, tá teir vóru sleipaðir aftur á Klaksvík. Vit tosaðu við Janus Sørensen á Brandi, hann lat væl at fiskiskapinum, veðrið var eisini gott í nátt, men tað rullaði ómetaliga nógv, helt hann fyri. Upp á fyrispurning um rogn var í toskinum, segði hann, at tey enn vóru smá. Av teimum 12.000 pundunum, sum teir høvdu inni nú vit tosaðu við Brand, tá teir júst vóru lidnir at draga, vóru um 3.300 pund toskur.