Í morgin, mánadagin byrjar Torravikan kl. 10 við BindiCáfé í Café Gloria, sum alla vikuna hevur nógv ymiskt spennandi á skrá. Síðani verður hildið fram við 70 ymiskum skráevnum – heilt fram til sunuukvøldið 27. februar.
Onkur hevur tikið til, at við Torradøgunum byrjar vanligi gerandisdagurin aftur, har fólk kunnu savnast til tiltøk, áhugamál, hugna og felagslív. Vónandi fáa tey rætt.
Kaga vit eitt sindur í skránna, so er m.a. á skrá: Bjørn Kunoy, professari í altjóða lóg, sum greiðir frá um ”Grundlinjur Føroya – rættarligt og søguligt grundarlag” – mánadagin kl. 19.30 í gomlu Miðhøllini á Skúlatrøð. ComData 40 ár, í Kári Mikkelsen, rithøvundi og tíðindamaður, sum greiðir frá hesi spennandi fyritøku, ið hevur 40 ár á baki.
Framsýning við Jóannis Kristiansen, Øssur Mohr, Jack Kampmann, Bárður Jákupsson, Tolli Mortens o.ø., Osmund Justinussen, skipari og reiðari greiðir frá um sjólívið, Brúðurin úr Roskilde dómkirkju, ið er ein serstøk søga um lívssøguna hjá Jóhonnu Poulinu Klein, sum var fødd í Klaksvík í 1890 og doyði í Roskilde í 1993 – júst fylt 103 ár. Hesum greiðir Árni Dahl frá í Smæruni.
Markus í Norðnastovu greiðir frá um samferðslu til og frá Kalsoynni, tá ið hann var smádrongur og fyri tað. Hetta verðu eisini gjørt í støði við myndum, sum Hjalmar Waag Høgnesen hevur tikið.
Samhandil við Russland í Miðhøllini á Skúlatrøð hóskvøldið kl 19.30 – har Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður og Heri Joensen frá Lóður sum hevur gjørt kanningar á økinum og eisini Niels Winther, stjóri á Vinnuhúsinum, ið kennir væl til Føroya samhandil við útheimin, fara at greiða frá.
Eisini verður áhugaverda Torratingið á skrá í Miðhøllini á Skúlatrøð mikukvøldið kl. 19, har politika skipanin tekur fiskivinnupolitikkin – verandi og komandi til viðgerðar. Kringvarpið stendur fyri hesum partinum og verður tað sent beinleiðis í sjónvarpinum.
Hvussu gongur á Mars?
Ein rættiliga spennandi og annarleiðis fyrilestur við hópin av spennandi myndum verður við heimskenda føroyinginum, David Arge Klevang Petersen, har hann leygardagin kl. 15 í Miðhøllini á Skúlatrøð fer at greiða frá “Hvussu gongur á Mars”.
Hetta ger hann umvegis einum rættiliga framkomnum myndatóli, hann saman við øðrum granskarum á DTU hevur ment. Við hópin av útlongsli hevur hann sent tólið longu leiðina, heilt upp á Mars og verður greitt frá, hvat tey hava funnið útav har burturi.
Matiné og Torrarenning er eisini á skrá. Torrarenningin byrjar og endar hesaferð við Tekniska skúla, har boðið verður til ymiskt leskiligt, og tú kanst fáa mátað puls, BMI og blóðtrýst o.a.
Hugnaløta við felagssangi og kanska einum “varligum føroyskum dansi” verður í Skálanum og Fina-støðin ætlar eisini at bjóða inn til okkurt áhugavert. Har fara Óluva Nolsøe Djurhuus at hava eina framløgu um Norðsøka, tíðina hann var á Eiði – helst elsti bátur í ríkinum av hesum slag, sum enn er í vinnu. Eisini fer Marni Arge at greiða frá um Sunnuva Margretha Henriksen fødd í 1849 fór til Amerika og giftist har, og síðani frættist onki frá henni – “Tænti í Ónagerði og búsettist í Oregon”.
Við ynski um góðar Torradagar – Kunnið tykkum nærri um Torraskránna her www.klaksvik.fo



