Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Samhandil við Russland – Sjúrður Skaale

Dávur Winther

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, Heri Joensen frá Lóður og Niels Winther, stjóri á Vinnuhúsinum greiða frá Samhandli við Rusland.

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður hevur brúkt nógva tíð og orku til at verja føroyska handilin við Russland. Men samstundis er hann, sum so mong onnur sera kritiskur mótvegis atburðinum hjá Russlandi í m.a. Ukraina. Hann fer at tosa við støði í hesum uppleggi:

Tá Russland tók Krim-hálvoynna í 2014, byrjaði eitt nýtt tíðarskeið í viðurskiftunum millum Europa og Russland. Tað hevði við sær, at ES setti tiltøk í verk móti Russland – og Russland svaraði við at steðga innflutningi av matvørum úr ES.

Beint frammanundan høvdu Føroyar verið raktar av boykotti úr ES, og útflutningurin var m.a. fluttur til Russlands. Og tá Russland boykottaði mat úr ES, rakti tað ikki Føroyar, tí vit eru ikki partur av ES. Hinvegin tók Norra sjálvboðið undir við tiltøkunum hjá ES, og varð eisini rakt av russiska boykottinum.

Við lítlum og ongum norskum laksi ella makreli í Russlandi, lá tann svangi marknaðurin opin fyri føroyingum. Tað hevur givið okkum stóran vinning. Og hóast nakað av kritiskari umrøðu hevur verið, so er ongantíð lagt nakað veruligt trýst á Føroyar fyri hendan handil.

Men nú hevur russiska hóttanin um at fara í kríggj móti Ukraina havt við sær, at støðan millum Russland og Europa meira spent, enn hon hevur verið í áratíggju. Og ger Russland innrás, vera sera strong tiltøk sett í verk móti landinum. Finnland, hvørs búskapur í stóran mun byggir á handil við Russland, hevur boðað frá, at landið fer at taka undir við øllum tiltøkum, sum koma – hóast tey kunnu gerast sera dýr fyri landið.

Men hvat við Føroyum?

Skulu vit fylgja restini av Europa? Ella skulu vit halda fram, sum um einki er hent? Hvør er okkara politiska skylda?  Hvat kunnu vit verja, politiskt og moralskt? Kunnu vit koma undir trýst, sum kann gera, at vit missa aðrar marknaðir? Og hvussu kunnu vit forða tí?

kl. 19.30
Gamla Miðhøllin á Skúlatrøð

Samhandil við Rusland – Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, Heri Joensen frá Lóður og Niels Winther, stjóri á Vinnuhúsinum.  Greitt verður frá m.a. áhugaverdari kanning. Føroyar útflyta til Russlands fyri kr. 2,2 mia av fiskavørum.