Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Bátafelagið bjóðaði kaffi í morgun

Tekst og myndir: Dávur Winther

Norðoya Batafelag hevur rættiliga spílað seg út á Torradøgunum og boðið til ymisk tiltøk – Í morgun varð boðið til Kaffi og Rundstykkir í felagshølunum.

Tað var eyðnast at fáa Noel Joensen at framføra við sangi á hugnaløtuni til morgunmatarborðið hjá Bátafelangum.

Felagið heldur dagliga til á Roykivirkinum, Faktorsvegur 6, har høvið var at fáa ókeypis morgunmat saman við sangi og spæli frá ein av okkara bestu sangrøddum her á leið, nevniliga Noel Joensen – Noel er eisini er kendur frá Contrybólkinum, og onkur av teimum gomlu úr Contrybólkinum troppaði eisini upp, kanska at vita hvussu Noel kláraði seg, tí teir hava ikki spælt saman sum bólkur seinastu 10 árini, segði Noel, ið kláraði seg avbera væl – Har situr nógv eftir í ryggrásini.

Væl av fólki stakk inn á gólvið til hugnaløtuna og prátið var har eftir. So nógv fólk kom, atsetast máttu fleiri borð upp og stólarafturat.

Til ber at fara á vitjan okkurt kvøldið í felagshølunum hjá Norðoya Bátafelag, sum er á Roykivirkinum, Faktorsvegur 6 – I. hædd.