Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Rørsla, kostur og heilsukanning á Tekniska skúla

Tekst og myndir: Dávur Winther

TSK bjóðaði inn til forkunnugt tiltak – Heilsukafé og Torrarenning, sum Jóhanna C. Christiansen skuldi seta í gongd.

Men veðrið háttaði sær ikki. Tí gjørdu fólkini handan Treysti av, at renningin verður onkran annan dagin, tá ið veðrið verður betri.

Í staðin greiddi Jóhanna C. Christiansen, forkvinna í Mentanarnevndini, ógvuliga ræðið og skilagott frá hvussu ítróttarøkið í Klaksvík í hesum døgum verður ment, og at nærmasti granni hjá TSK, Rennibreytin við Másheygg verður eftir ætlan gjørd liðug og tikin í nýtslu í summar. 

Hetta fer at skapa framúr karmar fyri ítróttin í býnum og til grannarnar, eins og býin allan. 

Nógvar aðrar verkætlanir eru í gongd s.s. Bláa Skýlið, sum heldur fram, so skjótt fer kommunan at hava eitt tað mest framkomna ítróttarøkið í landinum. Hon hevði rættiliga nógv og áhugavert í skjáttuni.

Jóhanna C. Christiansen hugleiddi um aðrar áhugaverdar verkætlanir, sum eru í gongd, so sum nýggja kappróðrarneystið hjá KRF og umklæðingarrúm til havsvimjarar við Borðoyarvík, spælipáss og sparkivøllur í Ánunum o.a.

Eisini varð nomið heilsupolitikkin hjá kommununi – sum er í tráð við Heimsmálini hjá ST, og hvat kommunan ger fyri at betra um heilsuna hjá sínum borgarum.

Royktar vørur

Tá ið framløgan varð liðug, sluppu vit at smakka heimsins bestu brellbitar, sum næmingarnir á Matvørudeildini á TSK við lærarunum Andras Jacobsen og Hildu Kjølbro høvdu gjørt. Har ímillum nakrar royndir við at roykja laks, tosk, hýsu og kongafisk, sum alt smakkaði hvørt betri ann annað – Eisini hópin av salatum og dressingum afturvið. Framúr!

Køkurin hevur fingið ein nýggjan framkomnan roykiovn og alt, ið kundi roykjast – og kanska ikki, var roynt í ovninum, sum tey nú hava fingið hollar royndir í. Tað er heilt víst, at henda matgerð var á sera høgum støði og skulu tit á TSK hava rós og takka fyri tað!

Heilsukanning

Næmingar á tøknibreytini bjóðaðu til heilsukanningar, har tú kundi fáa kanna blóðtrýst, vekt, BMI og lungnakapasitet.

Eisini var høvi til at kunna seg um útbúgvingarnar á skúlanum.

Ein frálíkur dagur á TSK, sum rættiliga vísti hvat hesin framkomni skúlin kann á so nógvum økum!

Helst sleppa Torradagarnir ikki inn aftur at ”ganga og mala” – sum sanniliga hevur virka væl, við hópin av Torragestum á Klaksvíkar sjúkrahúsi, so sum sóttin háttar sær.

Tí er TSK við góðum hølisviðurskiftum og áhugaðum lærarum, eins og næmingum, sanniliga eitt gott alternativ, sum vit fegnast um – Eisini tá ið rennibreytin í ”havanum” hjá skúlanum verður tøk á næstu Torradøgum. Rennibreytina kunnu vit gleða okkum til við hópin av møguleikum!

TSK skal hava stóra takk fyri at hava latið dyrnar upp fyri Torradøgunum við eini fjølbroyttari skrá.

Frálíka tiltakið í dag endaði, tá ið klokkan var farin væl av 16.