Tað er árligi stórsteypadysturun millum meistararnar og steypavinnararnar, sum byrjar kappingarárið. Hesaferð møtast KÍ-B36, og tey hava ikki spælt stórsteypadyst móti hvørjum øðrum áður. Bæði hava vunnið hetta stórsteypið einaferð áður.
Hjá KÍ er óvist, um Claes Kronberg og Óli Ey. Poulsen vera við. Teir hava ikki vant síðstu tíðina. Síðani er ivamál um Jonn Johannessen, Árna Frederiksberg og Heina Vatnsdal, sum eisini hava drigist við skaðar síðstu vikuna. Helst verður onkur av teimum klárur til dystin.
Hjá B36 er Andrias H. Eriksen langtíðarskaddur, meðan Magnus Egilsson og Benjamin Heinesen ikki hava spælt síðstu venjingardystirnar. Hjá báðum liðum eru fleiri nýggir leikarar, sum væntast at spæla fyrsta skrásetta dystin fyri síni feløg.
Dysturin á Tórsvølli byrjar kl. 16.00. Dómari verður Rúni Gaardbo.



