Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Jákup Ziskason 80 ár

Jóhann Lützen

Í dag fyllir fyrrverandi kokkurin og gastronomurin 80 ár

Jákup Ziskason er kendur sum kokkur og var lærari á Klaksvíkar Sjómansskúla í mong ár. Jákup hevur í kokkayrkinum skipað fyri og sett á stovn hópin av ymiskum tiltøkum.

Jákup hevur nógv frítíðarítrív, eitt nú seyð, fótbólt og hondbólt. Jákup hevur reist nógv við, tá landsliðið í fótbólti hevur leikt ymsastaðni í Evropa.

Jákup er giftur við Hergerð og tey búgva í Gerðum. Tey eiga 4 børn, 10 abba/ommubørn og  6 langabba/langommubørn.

Norðlýsið ynskir Jákupi hjartaliga til lukku við føðingardegnum.