Umboð fyri Lokale og Anlægsfonden, sum í dagligari talu verður kallaður LOA, er í Føroyum í hesum døgum.
Teirra høvuðsuppgáva í Føroyum, er at greiða frá stórari vísindaligari kanning av frítíðarlívinum í Føroyum. Endamálið við kanningini er at fáa til vega vitan um frítíðarlívið og at vísa á møguleikar fyri menning.
Talan er um ráðstevnu, sum verður í Norðurlandahúsinum í morgin, mikudagin og hósdagin. Ráðstevnan er startskotið, og her kanst tú hoyra um høvuðsúrslitini, sum fevna um ítrótta- og frítíðarvanar hjá børnum og vaksnum, hentleikar á frítíðarøkinum og um umstøður og trivnað hjá feløgum.
Á ráðstevnuni verða alskyns framløgur og sjónarhorn at síggja frá bæði serfrøðingum, eldsálum og kønum innan síni øki.
Klaksvík
Tá ið fólkini frá LOA vóru her, vildu tey fegin síggja Varpið og annars heilsa uppá forkvinnuna í stýrinum, Jóhannu C. Christiansen.
Við í ferðini eru, stjórin, Jon Gerner, Jakob Færch, menningarráðgevi og Anna Rex Wittig, fakmiðlari.
Tey hildu húsið vera spennandi og liðiligt í brúki – kann nógv ymiskt, og at tað lá í einum áhugaverdum umhvørvi, har bæði gagna hvørjum øðrum.
Eftir at tey høvdu sæð húsið, var farið inn í býráðshúsið, har tey fingu eina framløgu um verkætlanina, tey hava stuðlað við 9 mill. Eisini var greitt frá øðrum verkætlanum, sum eru í umbúna, og lótu tey upp fyri møguliga at kunna stuðla teimum eisini.
Ein góð og áhugaverd kunnandi vitja, sum eisini var fyrsta ferðin hjá nýggja stjóranum, Jon Gerner, í Føroyum.
Hann greiddi frá, at hann longu var farin at gleða seg at koma aftur higar um tað mundið húsið er liðugt, 5 september, tá ið stýrið fyri LOA hevur sett sær fyri, at hava sín stýrisfund í Klaksvík – inni í Varpinum!











