Asfaltsarbeiði í miðbýnum er farið í gongd. Strekkið, sum verður asfalterað, er frá magnstøðini og til Bókasavnið tvs. suðurendin á Stangavegnum, Nólsoyar Pálsgøta og partur av Biskupsstøðgøtu.
Meðan arbeiðið verður framt, verður ferðslan leidd við ljósskipan. Hetta kann seinka ferðsluna nakað.
Heitt verður á bilførarar um at vísa varsemi í ferðsluni.


