Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Christian í Grótinum klárur til avhendingar

Oliver Joensen

Nú er ferð á montørum og pappírfólki í samband við at nýggi Christian í Grótinum skal doypast í morgin.

Karstensens Skipsverft hevði boðið okkum til ein frokost í dag og samstundis fingu vit eina kunning og frágreiðing um søguna hjá skipsmiðjuni her í Skagen. Millum annað greiddi fyrilestrarhaldarin, ið er dóttir stjóran á Karstensens í dag, frá, at tey her á verftinum hava verið sera glað fyri at hava havt Kára Muller, son Esmar Muller her á verftinum í læru í umleið eitt hálvt ár. Hon gav Kára sera gott skoðsmál og segði, at vildi tú hava nakað at vita um Karstensens Skipsverft, so var bara at spyrja Kára tí hann hevði verið ein sera næmur og væl umtóktur lærlingur tað tíðina hann hevur verið her. Tíðin hjá honum er liðug nú. Hann fer heim og aftur í læru hjá KSS.

Verftið hevur verið í somu familju alla tíðina og hevur verið fyri stórari framgongd. Fyrilestrarhaldarin segði at umleið 500 starvsfólk vóru í starvi her á verftinum, dagliga komu um 500 onnur fólk higar frá undirveitarum at arbeiða og afturat tí arbeiddu umleið 500 fólk á verftinum í Polen sum Karstensens Skipsverft eigur har, har teir byggja skrokkar til víðari monteringar í Skagen.

Eftir frokostin og fyrilesturin, fóru vit í tveimum bólkum á kunningarferð runt í Skagen. Bólkurin, sum eg endaði í fór millu annað á Motormuseumið her í Skagen.

Tað var áhugavert, tað áttu vit at havt heima. Motorarnir, sum stóðu har kundu setast í gongd. So skjótt vit vóru komin inn um, setti starvsfólkið tríggjar stórar motorar í gongd, tvinnar Callesen annar 4 cl og hin 6cl, tað var sum at hoyra okkara gomlu útróðrarbátar aftur. So setti hann ein stóran 6 hk Deutz diesel í gongd, hesin hevði drivið eina prentmaskinu í sínari tíð. Tað var ein frægd fyri oyrað at hoyra hendan ganga so stillisliga.

Ná, men eg kundi skrivað leingið um hetta savnið, tað var ein sera kærkomin uppliving.

Tá vit fóru á museum, fóru ungu kvinnurnar í selskapinum ein súkklutúr kring Skagen í fagrasta sólskyni.

Vit endaðu so seinnapartin at fara ein túr umborð á Christian í Grótinum, ið nú liggur undir føroyskum flaggi við bryggju her í Skagen, klárur til dópin í morgin.