Tað var ongantíð ivamál um, hvør fór at vinna dystin á Skála.
KÍ kom tíðliga í dystinum á odda 2-0 og so var ongantíð spenningur um, hvar stigini fóru. Skála hevði onkran málmøguleika, men KÍ hevði fleiri og økti móti endanum til 3-0, tá gott gjøgnumbrot frá innskifta Børga Petersen á høgra bakki sendi innlegg til Páll A. Klettskarð, sum skoraði sítt annað mál í dystinum. KÍ stýrdi dystinum í seinna hálvleiki, tá Skála ongantíð var nær við at skora. KÍ livdi sostatt upp til leiklutin sum stórfavorittur hendan dystin.



