Í dag spælir KÍ sín fyrsta dyst.
KÍ spælir í Sørvági móti uppflytarunum úr 07 Vestur. Dysturin byrjar kl. 15.00. KÍ hevur spælt fleiri venjingardystir og útfrá teinum, so er talan um stóra útskifting, men úrslitini hava verið góð. Í gjár vóru fyrstu dystirnir í kappingini, tá niðurflytararnir TB og ÍF vunnu á næstbestu liðunum hjá B36 og NSÍ.



