Toppdysturin í 2. umfari verður leygarkvøldið.
Í 2. umfari møtast nr. 1 og 2, sum eru KÍ og B36 í Klaksvík. Enn er bara eitt umfar leikt, men hesin dysturin fer helst at siga nógv um styrkina hjá hesum báðum liðunum. B36 hevur søguliga góð úrslit í Klaksvík, men í 2021 fekk KÍ vent tí gongdini við sigrum í báðum dystunum á heimavølli.
Dysturin leygarkvøldið verður kl. 19.00. Dómari verður Eiler Rasmussen.



