Tekniski skúli í Klaksvík tørvar eitt savningarstaðí skúlanum, har bæði næmingar, lærarar, starvsfólk og onnur atknýtt kunnu savnast saman til samkomur, fyrilestrar, prógvhandanir og onnur tiltøk, sum eru vanlig og umráðandi í einum nútímans skúla. Ætlanin er eisini, at hølini skulu brúkast til onnur almenn tiltøk í lokaløkinum.
Landsverk, sum stendur fyri verkætlanini, hevur boðið 6 arkitektavirkjum at luttaka í kapping at gera heildaruppskot. Tey verða løgd fram 26.apríl og eftir hetta verður støða tikin til hvør kemur at projektera auluna. Staðsetingin er eystanfyri Skúlaheimið við útsýni yvir stadionøkið og við Kunoyranakki í baksýni.
Verkætlanin verður projekterað í ár og nakað inn í 2023. Til projektering eru játtaðar góðar 3 mió.kr. í løgtingsfíggjarlógini.



