Seinastu dystirnir í grundspælinum eru leiktir í dag, og úrslitini í dag hava við sær, at Stjørnan endar á fjóðra plássi, og sostatt skal leika hálvfinalu ímóti oddaliðnum H71. Nær hálvfinalurnar verða leikta, er ikki heilt greitt. Viðmerkjast skal, ein útsettur dystur millum VB og Kyndil er eftir at leika, og verður hann leiktur nú týsdagin, men úrslitið at tí dystinum kemur ikki at ávirka endaligu støðuna frá grundspælinum
Stjørnan hevur í dag verið á Skála og leikt ímóti StÍF. Talan varð um ein javnan dyst, sum endaði við javnleiki 23-23. Í hálvleikinum var Stjørnan a odda 14-12. Tað var eitt skert stjørnulið, sum í dag var á Skála, saknurin av Tóru Eliasen var stórur, hon fekk skaða í knæið í dysti ímóti H71 fyri 14 døgum síðani, og so var Mina S. Henriksen heldur ikki tøk til dystin í dag.
Støðan í grundspælinum er, at H71 er oddalið við 33 stigum, Kyndil á øðrum plássi hevur 27 (ein dyst eftir at leika), Neisitin er á triðja plássi við 22 stigum og Stjørnan er á fjóðra plássi við 21 stigum. Síðani koma StÍF, VB og EB við ávíkavist 13, 6 og 2 stigum.
Nú verður so farið í holt við endaspælið um meistararheitið, og sambært kappingarreglunum skulu tvær hálvfinalur leikast. Í aðrari hálvfinaluni hittast nummar eitt og nummar fýra, meðan nummmar tvey og trý hittast í hinari hálvfinaluni. Best av trimum dystum kemur í finaluna.



