Landsliðini í dart eru úttikin.
Dartsamband Føroya skrivar:
Dartsamband Føroya hevur í samband við Tórshavn Open og Faroe Islands Open fingið ein landsdyst í mótið Svøríki. Dysturin verður leiktur fyri 2 lið hjá monnum og 1 hjá kvinnum.
Leikt verður fríggjadagin 18/3 kl 16 á Glasir, øll hjartaliga vælkomin at hyggja og stuðla okkara leikarum.
Í hesum sambsndi hevur Dartsamband Føroya tikið út hesar leikarar:
Jan McIntosh, HDF
Uni Árting, HDF
Jón Johansen, VDF
Jan Erik Fjallstein, VDF
Heri Kallsoy, D9
Gunnar Mouritsen, HDF
Allan við Rætt, D16
Bogi Arge, HDF
Lýdia á Smið, HDF
Annika Joensen, Dart Sandoy
Beinta Joensen, KDF
Birthe Sikivat, ADF


