Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Er tín leiðari Ársins leiðari 2022?

Synergi

Seinasta freist at senda inn tilnevning til Ársins leiðarar er í dag, 15. mars
Í dag er seinasta freist at send inn tilnevningar til hvørji skulu gerast Ársins leiðarar.

Øll kunnu innstilla og harvið gera sína ávirkan galdandi. Ein leiðari skal veljast innan tað privata og ein innan tað almenna.

Tað nýtist ikki vera tín leiðari
Tú kanst sjálvandi innstilla tín leiðara, men tú kanst eisini innstilla onkran annan, sum tú heldur, hevur uppiborið heiðurin. Kanska ein fyrrverandi leiðari hjá tær?
Tú hevur kanska áður tilnevnt tín leiðara – ella onkran annan -, uttan at viðkomandi varð valdur. Gev viðkomandi møguleikan aftur í ár og send tilnevningina til synergi í seinasta lagi í dag.

Hvørji skulu gerast Ársins leiðarar í ár?
Í fjørð varð Farsóttarnevndin vald til Ársins almenna leiðara og Marita Rasmussen, táverandi stjóri í Vinnuhúsinum, varð vald Ársins privati leiðari. Hvørji skulu gerast Ársins leiðarar í ár?

Nógvar tilnevningar eru komnar, men tín manglar kanska enn?
Synergi hevur móttikið nógvar tilnevningar við góðum grundgevingum at handa dómsnevndini, men vilja fegin hava tær seinastu við eisini. Hvør veit, kanska eru Ársins leiðarar júst millum seinastu tilnevningarnar.
Tað vildi verið spell, um tann leiðarin, sum tú heldur eigur heiðurin uppibornan, ikki fær møguleikan, tí viðkomandi ikki er tilnevndur.

Tú ert vælkomin at tilnevna fleiri. Einasta treytin er, at tað skal verða ovasti stjóri/leiðari á einari fyritøku/stovni/felag ella nevndarforkvinnu/-mann.

Dómsnevndin tekur endaliga støðu til, hvør er skikkaður, og hvørji verða kosin Ársins Leiðarar.

Leiðaradagurin 25. marsk l. 13 – 17 | Enn ber til at tekna seg

Hvørji gerast Ársins leiðarar 2022, verður avdúka á Leiðaradegnum 25. mars. Enn ber til at tekna seg til tiltakið.

Tú kanst tilnevna frá leinkjuni HER! Les alt um Leiðaradagin HER!  Tú kanst eisini lesa alt um dagin á www.synergi.fo