Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Fípan Fagra rør ímóti FM

Oliver Joensen

Kappróðurin hjá gentum og kvinnum í summar verður eisini sera spennandi. Bæði kvinnurnar á Fípuni Føgru og genturnar á Fípuni Føgru venja sera seriøst og báðar manningarnar fara helst at vera sæddar ímillum tær fremstu í ár.

Vit fingu myndir av Fípuni, tá hon róði á Vágni í gjár. Magnus Norðberg, høvuðsvenjari í Klaksvíkar Róðrarfelag sigur, at hann er sera spentur til róðrarnir hjá kvinnu og gentubátunum í summar. Fípan er sera væl mannað í báðum førum. Sonja Eysturdal og Barbara Eysturdal vóru báðar við til at vinna Ólavsøkuna við gentubátinum í fjør og í ár er Barbara við í kvinnum ímeðan Sonja framvegis er við gentum umborð á Fípuni og tær stevna báðar eftir FM.