Klaksvík
5,2°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Klaksvíkingur við í nýggjari sendirøð

Norðlýsið

Klæmint Klakk, ið eina ferð gjørdist kendir av stuttliga tónleikalagnum “Smørið”, er ein av leikarunum í nýggjstu sendirøðini á DR.

Tað er Andrias Høgenni, sum hevur leikstjórnað sendirøðina “Ingen vej tilbage, ið eisini hevur aðrar føroyskar leikarar við.

Sendirøðin hevur fingið sera góða móttøku av donskum ummælarum, har eitt nú bæði Ekko og Soundvenue geva “Ingen vej tilbage” fimm av seks stjørnum.

Klæmint Klakk hevur seinastu nógvu árini annars arbeitt við filmsupptøkum hjá Raclip.

Til ber at síggja brot úr filminum við at trýsta HER.

Sendingin kemur út í í morgin 18. mars.