Hóast tað skuldi eitast fyri at vera ein jarðarferð, so má man siga, at tað var hugnaligt og als ikki nakrar gravarstemningur, nú gravsteinurin hjá James Bond varð avdúkaður úti á Kallinum.
Jóhannus Kallsgarð hevur saman við Grótvirkinum á Sandoy, gjørt ein sera vakran gravstein til James Bond á Trøllanesi. Men tað verða bara tey, sum vilja leggja hondina á knæði, og taka túrin út á Kallin, ið fáa møguleika at síggja gravsteinin.
Og tað er sjálvandi upplagt, tí tað var júst her, heimskendi 007 agenturin lat lív í seinasta filminum, ið varð sýndur í biografunum herfyri.
Bóndin á Trøllanesi hevur umframt nógvan seyð, eisini gjørt nógv við ferðavinnu seinastu árini, og nú James Bond upptøkurnar vórðu gjørdar í haganum hjá honum, so var upplagt at víðka um ferðavinnuvirksemið.
Og tað er eingin ivi um, at hetta átakið hjá bóndanum, verður helst eitt stórt hitt í summar hjá bæði føroyingum og útlendingum.
Vit lata myndirnar tala fyri seg. Tað er Dávur Winther, ið hevur tikið myndirnar.
























































