Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Vitanardeiling, vinnulig forum og netverkan – Eysturoyar Vinnulívsfelag

Jóhann Lützen

Eysturoyar Vinnulívsfelag er eitt áhugafelag, fyri sjálvstøðug vinnurekandi og privatar fyritøkur í Eysturoynni. Felagið hevur til endamál at skapa karmar, ið birta uppundir vitanardeiling og netverkan ímillum teir 116 limirnar, ið felagið fevnir um.

 

Skipað verður fyri fleiri árligum tiltøkum fyri limir, har aktuell evni fyri vinnulívið verða viðgjørd, og limir felagsins hava virksemisframløgur. Vanliga eru tað bert limir felagsins sum eru bodnir við til tiltøkini, men einaferð um árið verður skipa fyri einum størri almennum tiltakið.

Síðstu árini hevur fokus verið sett á kappingarførið og hvønn týdning eitt gott kappingarføri hevur fyri føroyska samfelagið, fyri fólkið sum býr í landinum og fyri føroyska vinnulívið. Frágreiðingar frá ymisku tiltøkunum kunnu síggjast á https://evf.fo

Herfyri hevði Eysturoyar Vinnulívsfelag aðalfund, øll nevndin bleiv afturvald – Jens Pauli Petersen og Helgi Johannesen sum vóru varalimir valdu tó ikki at stilla upp aftur. Í teirra stað blivu Álvur Højgaard og Jógvan Gregersen valdir. Nevndin hevur skipa seg soleiðis:

 

  • Bergur Poulsen, formaður
  • Selinda í Heiðunum, næstforkvinna
  • Eyðun Hansen, nevndarlimur
  • Eli Lassen, nevndarlimur
  • Regin Jacobsen, nevndarlimur
  • Álvur Højgaard, varalimur
  • Jógvan Gregersen, varalimur