Hjaltur Poulsen hevur verið á Norðhavinum í morgun. Hann hevur fingið eini 1.000 pund av góðum vártoski. Hjaltur hevur saman við Reyða Krossi avgjørt at selja alt í Neystinum (á Varpinum) til frama fyri hjálpina Reyði Krossur ger fyri Ukraina.
Um ein tíma ella so ætlar Hjaltur at vera liðugur við at kryvja og klárur at selja. So hevur tú hug at ogna tær góðan nýveiddan vártosk av Norðhavinum, so er bara at møta upp við Neystið um ein tíma har á leið. – Hjaltur Poulsen undirstrikar, at allur peningurin sum inn kemur fer til Reyða Kross, oyramerkt til Ukraina hjálpina.







