Næmingar av Ziskatrøð selja nú vælhagreiddan, nýveiddan torratosk í Neystinum (á Varpinum) nú. Tað er Hjaltur Poulsen, ið hevur gjørt av at veiðan hjá honum í morgun, skal seljast til frama fyri fólkið úr Ukraina. Hjaltur setti seg í samband við Reyða Kross, sum síðani setti seg í samband við skúlan á Ziskatrøð um hjálp at selja. Reyðikrossur visti nevniliga, at ætlanin hjá skúlanum á Ziskatrøð var at fara undir eitt størri tiltak í apríl mánaða. Hendan verkætlanin verður skipað saman við Klaksvíkar Kommunu, Reyða Krossi, Handilslívinum í Klaksvík og Vinnulívsráðnum.
Ætlanin gongur í stuttum út upp á, at næmingar fara út at arbeiða fyri stuðul til neyðhjálpina og harafturat verður skipað fyri einum Ukraina deg í skúlanum á Ziskatrøð, har ein serstøk áhugaverd skrá verður at síggja seinni.
Men jús nú ber til at vísa stuðul, við at fara í Neystið at keypa ein sera leskiligan torratosk, ella báðar tveir..
































