Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Mimmy: Nú má ein skunda sær fyri at fáa pláss

Jóhann Lützen

Tað hevur verið ótrúliga spennandi at skipa fyri FríðuTónar, og vit hava fingið góðar viðmerkingar frá tónleikarum og vitjandi, sigur Mimmy Vágsheyg, ið eigur Café Fríðu.

Seinastu fýra vikusiftini hava tónarnir streyma út úr Café Fríðu. Tey eru nevniliga farin undir eitt nýtt tiltak, ið tey hava kallað FríðuTónar.

– Eg eri so ómeliga glað fyri, at fólk hava tikið so væl ímtói hesum. Vit hava fingið nógv jalig orð, og eg haldi at fólk hava veruliga hugna sær til ymsu konsertirnar. 

– Tað hevur verið neyðugt hjá okkum at lýst nokkso nógv, tí nú hava næstan ongin tiltøk verið í býnum seinastu tíðina, og tí hevur tað kanska kravt eitt sindur eyka við at fáa fólk upp úr sofuni, og út áftur at njóta býin, sigur Mimmy.

– Men vit skulu vera væl nøgd! Fólk hava tikið so væl ímóti hesum átakinum, og fyri hvørja framførslu hava vit roynt at gjørt tingini betri, so heildarupplivingin verður góð fyri bæði gestir og tónleikarir.

– Vit hava sett nøkur borð soleiðis at gestir, sum hava keypt konsert billettir, kunnu njóta eina góða máltíð áðrenn konsertina, hóast vit broyta frá cafe innrættning til koncertinnrættning. Hesi borð bókar man umvegis telefon á 333344. Annars lata dyrnar upp ein hálvan tíma áðrenn konsertin byrjar, so fólk kunnu keypa sær okkurt gott. Vit bjóða eisini øllum teimum vitjandi okkurt at drekka við hurðina, sum bæði er við og uttan alkahol, sigur Mimmy Vágsheyg.

– Vit bjóða eisini leskiliga suppu eftir konsertina, og tað hava fólk dámt sera væl.

– Tað, sum eg eri so sera glað fyri er, at tónleikararnir hava notið tónleikaframførslurnar og ynskja at koma aftur.

– Leygardagin spælir Lena og Niclas, og longu nú eru bert fá atgongumerkir eftir, sigur Mimmy, ið væntar eina sera góða og intima tónleikauppliving í café’ini.

– Skal man ogna sær eitt atgongumerki, so má ein skunda sær, tí nú eru ikki nógv páss eftir, sigur Mimmy smílandi.

her: https://frida.fo/events/fridutonar-lena-niklas