Kræsnu gestirnir á Café Fríðu, vórðu bergtiknir í gjárkvøldið.
Allir teir góðu, gomlu, kendu sangirnir hjá Lenu og Niclas. Tað er so deiliga sissandi at hoyra, hvussu væl tey eru samansungin og samanspæld – ein duo av teimum heilt fáa!
Sera hegnisligt – bæði sangur og spæl. Afturat tí eru hølini væl egnaði til hetta slagið at ”intimkonsert”, har tú at kalla situr í fanginum hjá tónleikarunum.
Tað vóru FríðuTónar, sum enn einaferð skipaðu fyri, og vit hava fingið nógvar góðar viðmerkingar frá tónleikarum og vitjandi, sigur Mimmy Vágsheyg, ið eigur Café Fríðu.

























































