Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Mentanargrunnurin ´22

Tekst og myndir: Dávur Winther

Hevur tú eitt áhugavert hugskot um tiltak at fremja innan mentanarøkið í Klaksvíkar kommunu í ár, so er GRUNNUR MENTANARTILTØK tøkur at søkja um stuðul til mentanarlig tiltøk – fram til í seinasta lagi týsdagin 29. mars 2022 á miðdegi.

Lýsing við oyðiblaði er at finna á heimasíðu kommununnar, har tilskilaðar eru treytir og tíðarfreistir, um nær og hvussu søkjast kann.

Tiltøkini, sum stuðul verður latin til, skulu vera almannagagnlig, fjølbroytt og helst við nýhugsan á mentanarøkinum í víðari merking.

Fæið er kr. 220.000,-.

Umsóknirnar skulu vera inni týsdagin 29. mars 2022 á miðdegi; og verða tær viðgjørdar í fundi í Mentanarnevndini eftir páskir.

Meira kunning er at síggja í lýsingini við oyðiblaði her.