Í kvøld var lutakast um, hvussu spælast skal fyrstu umførini í kappingini um løgmanssteypið. KÍ skal spæla á Skála. Í 1/8 finaluni er eisini ein endurtøka av finaluni í fjør, tá NSÍ-B36 møtast. Annars vóru heili fýra uppgerðir millum lið í betri Deildini. Víkingur og HB sluppu undan mótstøðu úr Betri Deildini. Tað merkir eisini, at minst tvey lið úr lægru deildum koma í 1/4 finalunar.



