Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Minni at fáa hjá útróðrarbátunum

Oliver Joensen

Á søluni í morun, eru hesir úr Noroyggjum: Líðhamar 5.200 pund, Bjørgvin 3.400 pund og Stakkavík avreiddi í gjár 4.800 pund.

Tá vit ringdu til Brand í dag, søgdu teir úr Hvannasundi, at teir egndu í dag, og at teir avreiddu 3.000 pund í gjár.

Hóast væl kann roynast onkrar dagar enn, so er tíðin, sum kemur ein lakari tíð hjá útróðrinum..

Heri Vang á Norðsøka segði í gjár, at teir hava havt og hava tekniskar trupuleikar umborð á Norðsøka, so hann visti ikki at siga nær teir vera klárir aftur. Men, segði hann, vit ætla okkum til Íslands í summar, so gera alt í stand umborð, nú vit alíkavæl hava havt trupulleikar. Báturin má vera í besta standi tá vit fara til Ísland. Helt verður tað um mánaðarskiftið mei, juni.