Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Stór stuðulskonsert í Løkshøll

Jóhann Lützen

Leygardagin 9. apríl klokkan 16:00, verður stór stuðulskonsert í Løkshøll til frama fyri Føroysku Barnahjálpina og Ukraine. Konsertin er í sambandi við, at tað eru liðin 15 ár, síðani Barnhjálpin varð stovnað. Helvtin av innkomna peninginum fer til hjálp til neyðstødd børn Ukraine.

Millum luttakarnar verða, Lena Andersen & Niclas Johannesen, Herborg Torkilsdóttir, Kim Hansen, Jens Marni Hansen, Signar í Homrum, Jens Lisberg, Dreingjakórið undir Brúnni, Jona á Váli Olsen & Ása Helena Brynjarsdóttir, Asta Højgaard & Pætur við Keldu og Ólavur á Váli Olsen. Vertur fyri konsertini verður Ásbjørn Berthelsen. Øll hesi stuðla konsertini við at luttaka ókeypis.

Á konsertini verða burturlutaðir tríggir góðir vinningar, harímillum ein ferð fyri tvey við bili við Norrønu.

 

Barnahjálpin 15 ár

Ætlanin var at hava eina stuðulskonsert í desember í fjør, á sjálvum 15 ára stovningardegnum hjá Føroysku Barnahjálpini. Korona gjørdi, at konsertin mátti útsetast. Síðani er kríggj brostið á í Ukraine og nevndin hevur gjørt av, at helvtin av inntøkunum av konsertini skulu latast til hjálp til neyðstødd børn í Ukraine. Tað er Angelina Johannesen, sum er úr Kharkiv í Ukraine, sum er millumfólk millum Barnahjálpina og móttakarnar av hjálpini. Hon hevur samband við fleiri fólk har, sum taka sær av foreldraleysum børnum.

Til ber eisini at stuðla í sambandi við konsertina á kontu í Norðoya Sparikassa – konta 9865 – 3113951. Helvtin av stuðlinum fer til stuðul til neyðstødd børn í Ukraine. Hin helvtin fer til menningararbeiðið hjá Barnahjálpini í Liberia. Viðmerk flytingina stuðulstiltak.

Fyriskipað konsertina hava Charlotta og Ólavur á Váli Olsen.

Atgonumerki til konsertina á 250 kr. kunnu keypast á loksholl.fo.

 

Nevndin fyri Føroysku Barnahjálpina