Í skýmingini í kvøld gekk eg mær ein túr av húsum og út á Núp. Her bleiv eg bæði glaður og argur. Ein stórur flokkur av tjøldrum sat heilt niðri á bakkanum úti á Núpi. Nú havi eg eygleitt tjøldur her í fleiri ár. Hetta er nógv tann størsti flokkurin eg havi sæð her í mong mong ár. Hesi eru helst júst komin til landið, tí næstan einki klippið hoyrdist frá teimum.
Eg má siga, at hetta frøddi meg almikið, tí nú í nógv ár havi eg sæð, at tjøldrini sum settust á Oyri hesi mongu seinstu árini blivu støðugt færri og færri. Um Grækarismessu tíðina hevði eg bert sæð trý, so ikki kann sigst annað enn at tað var forkunnugt at síggja hendan stóra flokkin í kvøld. (Somikið skýmligt var tá eg varnaðist tjøldrini, at fototólið hevði trupult við at fáa mær góðar myndir. Men tó mongu tjøldrini síggjast. Taldi um 40).
At eg eisini gjørdist argur av túrinum kemur av, at eg misti lesibrillurnar hjá mær á túrinum, finnið eg tær ikki aftur, so er tað ein smeitur upp á einar 7.000 krónur, so finnur onkur tær á vegnum av Hellisenda og út á Núp, so hevði eg verið glaður um at fingið tær aftur.













