Í kvøld, kl. 19.30 hevur Klaksvíkar Hornorkestur konsert. Men eisini er serligur gestur við, sum er endurstovnaða Klaksvíkar Manskór.
Skráin hjá Hornorkestrinum er blandað og væl samansett, – sálmar, marsjir, klassiskur tónleikur, og eisini nýggjari tónleikur skrivaður fyri hornorkestur.
Nýliga endustovnaða manskórið, sum syngur 4 løg á konsertini, hevur ment seg væl eftir stuttari tíð saman við Daniel Ray, tónleikalærara, ið er kórleiðari.
Konsertin er ein fyrireiking hjá hornorkestrinum til Damarkarferð í stillu viku. Orkestrið fer á vitjan í vinarbýnum, Odense, har teir m.a. skulu spæla í Odense Dómkirkju mikudagin 13. apríl kl. 16.
Klaksvíkar Hornorkestur hevur nógv at gera komandi vikurnar og skal spæla 7- 8 konsertir komandi tveir mánaðirnar.
Fiona Parker stjórnar Klaksvíkar Hornorkestri, meðan maður hennara, Daniel Rye stórnar manskórinum.
Konsertin, sum verður í Nýggju miðhøllini á Skúlatrøð, er ókeypis, men høvið verður at stuðla orkestrinum fíggjarliga!
Vælkomin á konsert!







