Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Áhugin stórur fyri Varpinum

Tekst og myndir: Dávur Winther

Fleiri fyrispurningar hava verið um ymisk viðurskifti í sambandi við Mentanarhúsið, Varpið – Hvussu sær tað út inni, hvørji høli eru har, hvussu stórt er tað og ymiskt annað.

Nú húsið tekur meira skap, eru fleiri, sum vísa tí áhuga. Í síðastu viku spurdi Beinta Gregersen, um hon kundi sleppa at síggja Varpið. Hon fekk eina rundvísing saman við Jóhannu C. Christiansen, forkvinnu í grunninum, Mentanarhús í Klaksvík, ið letur húsið byggja.

Beinta var ógvuliga positivt yvirraskað. Hetta er nógv størri og betri, enn eg helt. Her eru nógv fleiri møguleikar, enn eg hevði givið mær far um – og fleiri líknandi viðmerkingar hevið Beinta um Menatnarhúsið.

Skúlin vitjaði

Meðan vit ganga runt í húsinum, ringir Dánjal Danielsen, lærari hjá einum 10. flokki, sum hevði síðsta vanliga skúladag, áðrenn tey skuldu í starvsvenjing í tvær vikur, síðani í páskafrí og eftir tað, skuldu tey á námsferð.

Hann spyr um ikki hesin flokkurin kundi sleppa at síggja Varpið. Jú, tað var gamaní, og vóru næmingarnir eins og lærarin eisini bilsin av, hvussu spennandi hetta húsið kann gerast fyri teirra virksemi á mentanarøkinum. Bæði við tónleiki, sjónleiki, sangi, og at tey sum skúli kundu gera okkurt spennandi í húsinum, tá ið tað verður liðugt seinni í ár.

Tónlistaskúlin áhugaður

Leiðarin av Klaksvíkar Tónlistaskúla, Helga Gerðlíð hevur spurt nakarar ferðir, um hon kann fáa eina frágreiðing um húsið. Avtalað var gjørd um, at hon fekk eina framløgu í tekningum og myndum um byggingina – eisini fíggjarliga partin.

Henda framløgum var í dag í býráðshúsinum, har Magni Husgaard, tónleikalærari eisini var við. Eftir framløguna fóru vit á staðið og upplivdu tað, vit høvdu sæð á vegginum sum tekningar í veruleikanum.

Bæði vóru tey hugtikin av tí tey sóu, venjingarhølir, verksaðir, skrivstovur, kafé-øki, backstage økið, sum var heilt framúr, flytiligar veggir, sum gera rúmini heilt annarleiðis og av so nógvum øðum. Men sjálvandi bar høllin av øllum, sum Helga og Magni vóru samd um, var ein rættilig høll, ið sanniliga kann bera Klaksvík tónleikaliga, sjónleikaliga og á so mangan annan hátt langt fram í tíð.

Tey fóru so mikið á flog, at tey fóru at snakka um, hvat man kundi gjørt av tóleikainnsløgum í sambandi við tiltøk, tá ið húsið letur upp seinni í ár.

Hugaligt at fáa so góðar afturmeldingar frá fólki, sum gleða seg til og hava ynski um at brúka Varpið og lyfta tað fram í tíð.

Í næstum verður eisini lýsing sett í bløðini eftir leiðara til Varpið, greiðir Jóhanna C. Christiansen, forkvinna frá.