Í fjør var danski javnaðarmaðurin, Rasmus Horn Langhoff á vitjan í Klaksvík. Hann gjørdist so hugtikin av myndunum hjá Edwardi Fuglø, sum lýsa persónarnar í fuglahami í Fuglakvæðinum, at hann setti sær fyri, at myndirnar skuldu sýnast fram á Christiansborg.
Mikudagin var so – fyri fyrstu ferð nakrantíð – fernisering á Borgini. Tað var í bólkarúminum hjá danska javnaðarflokkinum. Samstundis var nýggja bókin um kvæðið, sum Kaj Alstrup hevur skrivað og Edward Fuglø myndprýtt, løgd fram.
Sum listamaðurin segði í síni talu: “Tað er uppá tíðina at Fuglakvæðið – 222 ár eftir, at Nólsoyar Páll yrkti tað – kom heilt inn í valdsins miðdepil”. (altso miðdepli í 1806).
Aftaná ferniseringina hevði Klaksvíkar Kommuna kunnandi tiltak fyri útisetum.
Hvørjir fuglar, vit báðir Edmund eru, mugu onnur meta um. Men í mikumorgunin vóru vit á videofundi við donsku stjórnina um nýggja avtalu um almennu miðlarnar. Kravið var sjálvsagt fleiri, gjarna kritisk, men álítandi tíðindi úr Føroyum.
Eisini um hetta hevur Fuglakvæðið nakað at siga:
“Smyril, títt orð eg sanni nú,
tó eg tað ei vildi trúgva,
sjáldan hevur tú sagt so satt,
tí ofta manst tú lúgva”
“Býttur manst tú, gorpur, vera,
sum ein gamal stút,
alt, hvat tær í hugin rennur,
manst tú gorra út”
Bóókin fæst m.a. í Alfa Bókhandli














