Heldur óvæntað ‘’misti’’ HB stig á Svangaskarði í dag.
HB hevur verið sannførandi síðstu árini í slíkum dystum sum hesum móti B68, men í dag steðgaði røðin. B68 bjóðaði av og mundi samanlagt eiga minst líka nógvar stórar málmøguleikar sum HB. Liðini skoraðu hvør sítt mál móti endanum av dystinum til úrslitið 1-1.
Hetta ger, at KÍ nú kann taka fyrsta fetið framum HB, sum gevur ein fyrimun. Til tað krevst, at KÍ fær fult stigatal móti NSÍ sunnukvøldið, har KÍ er stórfavorittur at vinna. Um so verður, so hevur KÍ sum einasta lið fult stigatal.



