Í kavarokinum seinnapartin loysti Christian í Grótinum frá landi. Leiðin gongur suður ímóti føroyska sjómarkinum, har skipini hava fingið okkurt hampuligt hálið, hóast nøgdin enn ikki hevur verið nøktandi.
Sjálvt umborð á hesum stásiliga skipi verður latið upp fyri praktikkplássi. Páll Steinberg úr 10. flokki fór við hendan túrin í starvspraktikk.















