Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Samgongan vil ikki lata pening til Kallsoynna

Beinta Løwe Løgtingskvinna, Tjóðveldi

Jákup Mikkelsen, tingmaður fyri Norðoyggjar, mælir til at fella uppskotið um at játta pening til at byggja skýli á ferjuleguni á Syðradali til ferðafólk. Tað ger hann saman við meirlutanum í Fíggjarnevndini.

Undirritaða legði uppskotið fram, tí rættuliga nógv fólk ferðast við SAM. Í 2019, áðrenn koronufarsóttina, vóru nærum hálvfjersstúsund ferðafólk. Í ár kunnu væntast líka nógv ella fleiri.

Tí er stórur tørvur á einum bíðirúmi til ferðafólk. Men tí taka norðoyatingmenn í Fíggjarnevndini also ikki undir við.

Sostatt fara Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin at fella málið, hóast talan bara er um hálva millión krónur.

 

Harleywoodpaint