so bersøgin er Jóan Pauli Jacobsen, tá vit spyrja hann hvussu dysturin í morgin millum Skála og KÍ fer at ganga
Norðlýsið hevur vent sær til Jóan Paula Jacobsen, at geva sítt boð uppá dystin í annaðkvøld. Vit spyrja hvussu feløgini eru fyri undan dystinum. Hópurin hjá Skála er ov tunnur heldur hann og tað fær týdning fyri úrslitið.
– Leygardagin tapti Skála 4-2 fyri Víkingi í Sarpugerði. Fyrstu løtuna tóktist Víkingur at vinda burtur úr Skála, sum hevði sett Pætur Dam Jacobsen sum miðframherja. Tískil manglaði Pætur sum bindilið á miðvøllinum, bæði tá Skála skuldi taka frá og tá Skála skuldi seta álopsspælið ígongd. Skála tykist tískil at vera í somu støðu sum ÍF ífjør, tá Uros Stojanov varð seldur og ÍF ongan miðframherja hevði, sigur Jóan Pauli.
– Miðvøllurin tóktist eisini at vera ov tunnur og Skála hevði trupult at halda upp á bóltin í álopsstøðu. Dysturin burdi í roynd og veru verið avgjørdur, tá Víkingur førdi 3-0, men spælið hjá Víkingi dovnaði og Skála stríddi seg innaftur. Ein stórur feilur frá Víkinga-málverjanum kundi kostað sigurin, men miðverjin hjá Skála, Jákup Jakobsen, dummaði seg miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá hann við einum gulum korti blandaði seg í eina frísparksstøðu og Sølvi Vatnhamar ertaði hann so mikið, at Jákup leyp framav og fekk seinna gula kortið. Tá varð dysturin endaligt avgjørdur, slær Jóan Pauli fast.
Hópurin hjá KÍ er samstundis breiður og væl fyri til bæði Betri deild og steypakapping.
– KÍ vant hinvegin burtur úr AB og sigraði sera sannførandi 6-1. Tað nervaði heldur ikki KÍ-liðið, tá vanligi vinstri bakkurin, Patrick da Silva, noyddist tíðliga út úr dystinum, tí á KÍ liðnum leika fleiri fjøltáttaðir leikarar og ein av teimum, René Shaki Joensen, átók sær leiklutin restina av dystinum. Harfturat kundi KÍ loyva sær at royna bæði evnaríka Dávid B. Andreasen og nýggja áleyparan, Valerijs Sabala, sigur Jóan Pauli.
– Undan dystinum vænti eg, at Skála venjarin hugsar um at binda best møguligt fyri og KÍ venjarin um at vinna dystin uttan at fáa skaðar ella leikbann. Talan verður um ein lutfalsliga greiðan KÍ sigur, rokni eg við, sigur Jóan Pauli Jacobsen við Norðlýsið at enda.



