Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Komu, sóu og sigraðu

Tekst og myndir: Dávur Winther

Veðrið var av tí besta í Odense í gjár við sól og lýggjum veðri. Tá ið klokkan í Dómkirkjuni í Odense, sum eisini verður kallað Sankt Knuds Kirkja, ringdi, leitaðu smá 200 fólk sær í kirkju at lurta eftir Klaksvíkar Hornorkestri.

Tó at klokkan bert var fýra ein mikudag seinnapart, har helst nógv hava leitað sær til frístað sín, nú páskirnar standa fyri, so vóru hornleikarnir og fyrireikarnir yvirraskaðir, at so nógv fólk møttu.

So væl er kunngjørt, sum Nordatlantiske Hus og Føroyingafelagið hava staðið fyri, eins og kirkjan.

Men lurtararnir fingu sanniliga nakað afturfyri. Klaksvíkar Hornorkestur spældu sum sjálvdan fyrr – spældu sera væl og yndisliga nógvar sálmar og løg, sum hóska stóra kirkjuskipinum væl – og stóra Dómkirkja bar ljóðið væl uppi og legði sítt til.

Í fyrru hálvu varð spælt, Praise my soul, Seal Lullabye, Water Music (no.5), Lov og tøkk og allur heiður og Swedish Hymn. Bergur Jacobsen var frásøgumaður í kirkjuni og greiddi frá um tónleikin, ið spældur varð.

Í steðginum hugleiddi Bergur m.a. um Kingo, sum var fra Odense, og hvønn týdning hann hevði havt fyri føroyskan sálmasang, og at tað enn verða sungnir kingo-sálmar í Føroyum. Eins at tónleikur, sum í dag verður gjørdur í Føroyum, stundum verður gjørdur við íblástri frá Kingo.  

Klaksvíkar Hornorkstur helt so fram við sínum frálíka spæli, Passion Chorale úr Reyðu Bók, Eg oyggjar veit, Ballad for Rebecca og Highland Cathedral.

Tá ið konsertin var ”liðug” reistist øll fjøldin í kirkjuni við smellandi lógvabrestum – so leingi og væl, at Klaksvíkar Hornorkestur mátti seta seg aftur við nótarnar og blaðaðu tey upp í Reyðu Bók og spældi Abide with me – Ver tú mær hjá – so inniliga væl, at tú ynskti, at spælið bara helt fram.

Fleiri áhoyrarar, sum meginpartin vóru danir, fóru fram til spælararnar og orkesturleiðaran, Fionu Parker við hjartans tøkkum um sera hegnisligt og frálíkt spæl og eina góða páskauppliving ríkari við hjartaligum horntónleiki.

Varaborgarstjórin í Odense kommunu, Andreas Møller takkaði fyri eina frálíka konsert – eina uppliving av teimum stóru.

Av sonnum ein av teimum heilt stóru konsertunum hjá Klaskvíkar hornorkestri í Dómkirkjuni í vinarbýnum, Odense, sum borgarstjórin, Karl H. Johansen og øll hini í ferðalagnum vóru errin av.

Nærmasti grannin hjá Dómkirkjuni er Ráðhúsið, sum vísti konsertini virðing og flaggaði við bæði donskum og føroyskum flaggi.

Harleyfacadeacryl