Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ein avrikssamgonga, ein arbeiðssamgonga

Oliver Joensen

Fyri nøkrum døgum  síðan skrivaði leiðarin í Norðlýsinum, at soðið í samgonguni  var tunt. Tað var reducerað  niður í riddarakrossar og summartíð.

Sannleikin er, at hendan samgongan hevur avrikað nógv stórmál.  At tað eydnaðist andstøðuni  at seta kílar í samgonguna er sera harmiligt og bleiv orsøk til nógv keðiligt.

Tað er helst ymiskt, hvat fólk meta sum stór mál og smá mál, men fólkaflokkurin hevur altíð verið ein avriksflokkur. Hendan samgongan hevur longu  avrikað fleiri  stórmál enn aðrar samgongur hava avrikað alt samgonguskeiðið.    Tori enntá at siga, at hendan samgongan møguliga  er tann samgongan sum hevur avrikað mest av øllum samgongum yvirhøvur. 

Fólk gloyma skjótt  – kanska ofta tíbetur.  Eg vil her  minna  á nøkur av okkara málum úr rúgvuni, sum eg kom í tankar um í eini handavending.

– Fiskivinnunýskipanin bleiv  gjøgnumførd við tí úrsliti at Føroyar aftur eru á veg fram í oddin eftir at vera blivnar        afturúrsigldar  í 4 ár av undanfarnu reyðu  samgongu.  Hvat annað var væntandi.  Takkað verið fiskivinnunýskipanini eru nú spildurnýggj framkomin skip komin í flotan  og fleiri eru á veg.
 Nýggj veiðigjaldslóg komin,  ið leggur upp fyri sveiggjum í fiskaprísi og fiskiskapi
Føroysk veðurstova sett á stovn
Fólkapensiónistar fingið kr. 1.450,- meir at liva fyri um mánaðin,  umframt at tað loysir seg betur at arbeiða hjá teimum.
Lærlingafrádráttur settur á stovn, ið ger tað liviligari og áhugaverdari  at vera lærlingur.
Frádráttur til tey ið virka innan ítrótt hækkaður.
Nýggir Tunlar Norður um Fjall farnir í gongd. Hetta er av sonnum stórmál og   í økinum hjá Norðlýsinum.
 Fleiri serlæknar settir og fleiri útbúgvingarpláss til yngri læknar
  Játtanin á øllum trimum sjúkrahúsunum økt.
Ábøtir á øllum trimum sjúkrahúsunum
Barsilsfarloyvið longt 4 vikur, so tað nú er 52 vikur
Bústaðarpakki á 450 mill. Samtyktur, ið skal nýtast til leiguíbúðir, lestraríbúðir og til fólk við serligum avbjóðingum.
Umframt bústaðarpakkan er ferð sett á bygging til fleiri heim í Suðurstreymoy til fólk við serligum avbjóðingum .
Lóg um almannatrygd og tænastur samtykt.  (avloysarin hjá gomlu forsorgarlógini)
Tekniski skúli í Klaksvík eru fyrireikingar til nýggja aulu farin í gongd.
Famjinstunnilin fer í gongd fyrsta dagin
Ein flokkur aftrat av sjúkrarøktarfrøðingum byrjaði í januar, so vit fáa útbúgvi fleiri á økinum.
 

Her í økinum hjá Norðlýsinum kann eg eisini  nevna Skálagarð. Hetta verður fyrsta heim av sínum slag til fólk við seinheilaskaða. Opnar eftir ætlan fyrst í komandi ári (2023).
 Virknishús í Mylnugøtu opnaði í sept. 2021.
 Bú- og menningartilboð til fólk við menningartarni í Jústabrekku 1 í Klaksvík.
Nýggj miðstøð fyri endur- og viðlíkahaldsvenjing á gamla HF-skúlanum í Klaksvík  verður eftir ætlan liðugt longu  nú í summar (2022)
 Tekniski skúli í Klaksvík eru fyrireikingar til nýggja aulu farin í gongd.
 

Umframt, at nógv orka bleiv brúkt í samband við Coronafarsóttina, sum vit higartil eru komu væl burtur.
 

Hóast tað hevur brotið  í bæði borð, so missa vit ikki mótið, men skoða treystliga framá.  Hendan samgongan hevur  nógvar aðrar ætlanir og sjálv havi  eg eisini nógvar visiónir yvirhøvur.  

Sitandi samgonga er ein avrikssamgonga um vit vilja tað ella ei. Tað er veruleikin og tað hava vit víst í verki, men vit hava nógv gott  eftir at gera enn til frama fyri alt Føroya Land og Føroya Fólk. Vit hava framhaldandi ætlanir um  avrik til gagns fyri allar landsins íbúgvar.    Andstøðan skal sjálvsagt finnast at og finna feilir og leggja forðingar. Tað er hennara speciali, men   tað skal nú einaferð  meiri til enn at sita á síðulinjuni og finnast at og órógva tey  sum avrika.

Vónandi sær Føroya fólk  avrikini.