Nú er greitt, at hvørki Valentino Valentakovic ella Vuk Stevanovic verða í Team Klaksvík komandi kappingarár.
Meðan Vuk gjørdist toppskjútti í deildini hetta farna kappingarárið, so var árið hjá Valentino merkt av skaðum, sum gjørdi, at hann misti nakrar dystir. Og tá hann spældi, so vóru avrikini ikki eins sannførandi sum kappingarárið frammanundan, tá hann gjørdist toppskjútti hjá Team Klaksvík og millum toppskjúttarnar í deildini.
Sum skilst fer Valentino av landinum, men tað er greitt, at Vuk fer at spæla við KÍF komandi tvey árini.



