Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Flagdagshald í Klaksvík mánadagin

Tekstur og myndir: Dávur Winther

Gulu og Grønu Skótar í Klaksvík, skipa fyri flaggdagshaldi mánadagin 25. apríl kl. 14.

Haldið verður í Vágstúni, har Paulina M. K. Eliasen, handarbeiðslærarinna heldur røðu og skrúðgonga við Klaksvíkar Hornorkestri er við.

Grønu Skótar bjóða til kaffi aftaná í KFUM og K, har tað eisini er tombola og lutaseðlasølu á skrá fyri skótaarbeiðið.

Skráin

kl. 14 skrúðgongan fer frá Blikksmiðuni – heim í Vágstún 

Monica Ziska bjóðar vælkomin

Klaksvíkar Hornorkestur spælir tvey løg. 

Røða – Paulina M. K. Eliasen

Flaggsangurin verður sungin 

Hornorkestrið spælir eitt lag og síðan ein marsj, meðan skótarnir marsjera út.

 

Øll eru boðin til ein drekkamunn í KFUM og K, har skótarnir skipa fyri tombula og lutaseðlasølu

Skótarnir í Klaksvík