Meðan KÍ eigur at greiða sína skyldu á Svangaskarði, so verður spennandi dystur í Sarpugerði, har vit finna útav, hvør fyribils verður fremsti avbjóðari hjá KÍ í ár.
Seks umfør eru leikt, og KÍ hevur fingið eina sannførandi byrjan við fullum stigatali og tryggum sigrum, har mótstøðuliðini ikki hava verið nær við at fingið stig. 2. páskadag gekk tað útyvir 07 Vestur, sum tapti 3-0 í Klaksvík.
Fleiri leikarar bjóða seg fram
Síðstu umførini hava víst, at KÍ hevur ein breiðan hóp. Nú bjóða fleiri seg fram til at fáa pláss í uppstillingini. Stutt undan kappingarbyrjan fekk KÍ tveir nýggjar leikarar í Valerijs Sabala og Dmytro Lytvyn. Dmytro hevur spælt í miðverjuni síðstu dystirnar, meðan Heini Vatnsdal og Odmar Færø vegna skaðar hava spælt uppá skift. Dmytro hevur spælt væl, hóast fyrivarni skal takast við, at hann ikki hevur verið settur undir stórvegis trýst av nøkrum liði enn. Valerijs fekk møguleikan frá byrjan móti 07 Vestur og skoraði dagsins flottasta mál við sera góðum bóltførleika og máltevi. Eisini 20 ára gamli Jonn Johannessen hevur tikið av, nú hann hevur verið so mikið frískur frá skaðanum, at hann hevur byrjað inni í nakrar dystir. Hann hevur skorað mál í tríggjar dystir á rað, og verður hann skaðafríður, so verður hann framhaldandi eitt gott boð uppá eitt pláss í uppstillingini.
Mads B. Mikkelsen er lyklaleikari
22 ára gamli Mads B. Mikkelsen kom til KÍ undan hesum kappingarárinum frá HB. Í HB var hann nógv skaddur tað mesta av tíðini, men í KÍ er hann næstan sloppin undan skaðum higartil. Evnini eru eyðsýnd, og hann hevur fyrr spælt í Superliguni. Tað sást eisini, at hann hevur tekniskar førleikar og fótbóltsskil, sum liggur omanfyri teir flestu leikararnar í Betri Deildini. Mads hevur eisini spælt sum høgri bakkur, men tað tykist sum, at hansara førleikar best koma til sjóndar á framrættaða miðvøllinum. Mads hevur havt ein stóran leiklut á KÍ-liðnum higartil.
07 Vestur-NSÍ
Hetta er ein spennandi dystur útfrá stigatalvuni. 07 Vestur er eitt stig aftanfyri NSÍ. 07 Vestur hevur fingið sín sigur á heimavølli, og avrikini hava verið nógv meira sannførandi á heimavølli. NSÍ hevur fingið øll síni stig á útivølli, so hagtølini eru ikki ein forðing hjá nøkrum av liðunum. NSÍ spældi ein góðan dyst á Argjum seinasta umfar, men var hóast tað nær við at ”missa” sigurin. Hesin dysturin tykist á pappírinum at kunna fara báðar vegir. Tipping: X (2-2)
Skála-B36
Skála spældi ein góðan dyst móti HB seinast, men ”misti” javnleikin í síðsta minutti av vanligu leiktíðini. Tann dystin skapti Skála lutfalsliga nógv í álopspartinum. B36 hevur loftað sær eftir nøkur tap móti toppliðum, og avrikini síðstu tveir dystirnar móti NSÍ og EB/Streymi hava verið sannførandi. B36 er lítil favorittur. Tipping: 2 (1-2)
EB/Streymur-AB
EB/Streymur við sjey stigum tekur ímóti AB við fýra stigum. Bæði liðini koma frá tapum, har tapið hjá EB/Streymi helst svíður enn meir, tí tað var ikki væntandi, at EB/Streymur fór at fáa avsmurning móti B36. Frammanundan tapti EB/Streymur í steypakappingini móti 07 Vestur, so nú eru teir á heimaliðnum helst sera svangir eftir at fáa eitt gott úrslit aftur. Ein sigur her kemur væl við hjá EB/Streymi, sum tá verður leyst frá botninum og fyribils kann kappast um plássini 4-5. AB hevur avrikað ójavnt og spældi ikki væl móti NSÍ seinast. Tipping: 1 (2-0)
Víkingur-HB
Hetta er dysturin um, hvør skal kappast móti KÍ komandi tíðina. Víkingur hevur bara mist stig í einum dysti, meðan HB ongan dyst hevur tapt. Bæði mangla at møta KÍ, og tí kemur úrslitið av hesum dystinum at gera av, hvørs avgjørdi toppdysturin fer at verða KÍ-Víkingur ella KÍ-HB í fyrsta triðingi av kappingini. Víkingur hevur havt gott tak á HB síðstu innanhýsis dystirnar og vann allar í 2021. Avrikini síðstu tíðina benda á, at Víkingur kanska er betri fyri. HB hevur ikki sæð sannførandi út síðstu dystirnar móti liðum, sum vanliga enda í botn 5. Hvørki av liðunum hevur ráð at tapa, um tey ynskja at kappast við KÍ. Men heimavøllurin, innanhýsis gongdin og avrikini higartil í ár gera, at vit tippa ein heimasigur. Tipping: 1 (2-1)
B68-KÍ
Á Svangaskarði er KÍ stórfavorittur móti einum B68-liði, sum hevur verið óstøðugt í ár. B68 hevur nógvar góðar leikarar í álopspartinum og raka hesir dagin, so kunnu teir skapa trupulleikar fyri verjuna hjá KÍ. Men KÍ hevur havt sera gott tak á B68 í innanhýsis dystum. B68-liðið er tó nakað betri á pappírinum í ár. Seinasta dyst sá tó ikki gott út í stórtapi móti Víkingi, men helst verður avrikið munandi betri hesaferð. KÍ hevur sum fyrr nevnt nógvar streingir at spæla uppá, og nú er hørð kapping um at sleppa í byrjunaruppstillingina. Eftir hendan dystin hevur KÍ heimadystir móti Víkingi og HB og avrikini higartil benda á, at KÍ eisini stendur við fullum stigatali eftir hendan dystin og fær tá møguleikan at leggja sjógv millum seg og avbjóðararnar í heimadystunum í 8. og 9. umfari. Tipping: 2 (0-3)



