Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ hitaði upp til toppdystir við stórsigri

Jákup Ósá

KÍ vísti í dag á Svangaskarði, at liðið er væl fyri til komandi tvey umførini, tá fremstu avbjóðararnir vitja í Klaksvík.

KÍ vann ein sannførandi 5-0 sigur móti B68 á Svangaskarði í dag. Málini skoraði Páll A. Klettskarð (2), Jóannes Bjartalíð (2) og Árni Frederiksberg. Longu í hálvleikinum var 3-0.

Víkingur vann uppibornan 4-2 sigur móti HB í Sarpugerði, og tað ger, at toppdystur verður í Klaksvík leygarkvøldið kl. 18.30, tá tey bæði fremstu liðini bresta saman. Víkingur hevur bara sett stig til í einum dysti higartil, meðan KÍ hevur fult stigatal.