Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Norðoya Sparikassi hálvmaraton verður 7. mai

Jóhann Lützen

Umframt hálvmaraton so verður eisini skipað fyri gang eitt hálvmaraton, 5 km stuðulsrenning (Ukraina) og barnarenning

Aftur í 2022 skipar Treysti fyri FM í hálvmaraton í Klaksvík. Treysti hevur høvuðsstuðul, sum er Norðoya Sparikassi, og tí verður heitið á kappingini: Norðoya Sparikassi hálvmaraton Klaksvík 2022.

Treysti skipar í ár fyri Norðoya Sparikassi hálvmaraton í Klaksvík. Hetta verður samstundis FM í hálvmaraton. Talan verður um eitt sokallað býar hálvmaraton, tí tað verður bert runnið í býnum, á einum rundteini á 5,3 km.

Sum nakað nýtt ber eisini til at ganga hálvmarathonteinin. Tey sum ganga, kappast ikki í bólkum, men fáa heiðursmerki fyri at gjøgnumføra teinin.

Umframt hálvmaraton so verður eisini skipað fyri gang eitt hálvmaraton, 5 km stuðulsrenning (Ukraina) og barnarenning.

Les meira her.